Tíðindi



13.02.17

Kemilux stuðlar HVIRLUNI

Kemilux stuðlar frælsanítrótt! Kemilux hevur verið høvuðsstuðil hjá Hvirluni tey seinastu 2 árini. Kemilux kann nú avdúka at vit eisini stuðla Hvirluni komandi tvey árini!
Vit vóna at Hvirlan fer at hava líka stóra framgongd og góð úrslit hesi komandi árini, sum tey undanfarnu árinini, har tey hava útinnt megnaravrit bæði her á landi og uttanlands.
Les meiri á www.hvirlan.fo  


_____________________________________________________________________

25.01.17



Útsølan í Handilinum á Hjalla byrjar fríggjadagin 27.januar kl: 08.00
Vit hava eisini opið Leygardagin frá 10.00 til 16.00

Á útsøluni verður nógv lekkurt. M.a. Helly Hansen, Gróðurreins, Gloria Pumpur, pappír, útvalgd oljuklæðir og mangt annað.
_________________________________________________________________________


03.01.17

Kemilux hevur stongt vegna vøruteljing 06.01.17. Um tú hevur átrokandi boð, ert tú vælkomin at ringja 217708. 

22.12.16

Kemilux frídømt

Rent Miljø – Kemilux ApS, Hirtshals, fekk 11. september 2015 Føroya rætt at seta Kemilux Industri bann móti at brúka domeninavnið kemilux.dk. Í stevning frá 31. august 2015 setti Rent Miljø – Kemilux fram krav um, at Kemilux Industri skuldi dømast at 
viðurkenna ikki at hava rætt til at nýta og hava skráseting av domeninavninum kemilux.dk og at avhenda og skráseta rættindini til domeninavnið kemilux.dk til Rent Miljø – Kemilux.
 
Føroya rættur hevur í dómi frá 5. desember í ár frídømt Kemilux Industri og avgjørt, at 
fútabannið skal setast úr gildi samstundis sum Rent Miljø er dømt til at avhenda til Kemilux vørumerki KEMILUX og teldupost bústaðin kemilux@kemilux.dk. Harafturat hevur Føroya rættur bannað Rent Miljø at brúka 
navnið Rent Miljø – Kemilux ApS og syrgja fyri at strika tað í felagsskrásetingini.
 
Dómurin kann lesast við at trýsta her.  

_______________________________________________

18.11.2016

20 og 30 ára hátíðarhald á Kemilux!



Vit hava hátíðarhildið at Holgar hevur starvast á Kemilux í 20 ár og Lena Maria í heili 30 ár!
Tey bæði eru fantastisk fyri Kemilux, og eru vit sera heppin at hava so góðar starvsfelagar.
Dagurin bleiv hátíðarhildin saman við starvsfelagum, familju, vinum og kenningum.
Vit gleða okkum til fleiri góð ár framyvir. 

     

______________________________________________________________________


10.10.2016 

8 ár síðani!

Tann 10.10.2008 klokkan 10.10 lat handilin á Hjalla dyrnar upp fyri fystu ferð!
Síðani tá, hevur handil okkara víðka úrvalið munandi. Í dag hava vit eitt breitt úrvæl av vaskiútgerð, arbeiðs- og trygdarklæðum, pappírsloysnum, okkara egnu sápuframleiðslu og mangt, mangt annað. 

Kom og vitja handil okkara á Hjalla 14


______________________________________________________________________

01.09.2016

Grønt smiley til Kemilux!

Fyri stuttum hevur norska brúkaraumboðið gjørt eina kanning av sambandinum millum sápu, ovurviðkvæmi og hormonavlagandi evnum. Í fleiri av testaðu sápunum fann norska brúkaraumboðið ovurviðkvæmis framkallandi evnið MI og hesi hormonavlagandi evni:
 
  
   BHT
 
  Ethylhexyl Methoxycinnamate
   Ethylparaben
   Methylparaben


 


Um sápur frá Kemilux var við í kanningini hjá norska brúkaraumboðnum, høvdu vit fingið eitt stórt GRØNT smiley! Hetta staðfestir góðskuleiðarin hjá Kemilux, Jóhanna Zachariasen. 
Góðskuleiðarin kann nevnliga avdúka at ongar 
av framleiðsluvørunum hjá Kemilux innihalda omanfyristandandi evni. Jóhanna leggur afturat, at tað er ógvuliga umráðandi fyri Kemilux ikki brúka óneyðug kemisk evni, sum kunnu elva til ovurviðkvæmi ella eru hormonavlagandi. 
Kemiverkfrøðingurin og góðskuleiðarin hjá Kemilux 
leggja seg eftir at framleiða sápur, sum ikki innihalda óneyðug evni. Tískil innihalda okkara sápur ikki evni, ið eru hormonavlagandi ella kunnu elva til ovurviðkvæmi. 
Kemilux leggur seg eftir at brúka lætt niðurbrótilig evni, sum eru umhvørvisvinarlig og sum ikki skaða føroysku náttúruna. Í hesum sambandi hevur 
Kemilux "Fliðumerking". Fliðan er tín trygd fyri at sápan er umhvørvis- og allergivinarlig. Les meiri um Fliðina her: Fliðan

Les um kanningina hjá Norska Brúkaraumboðnum HER 

________________________________________________


18.08.2016


                      Veitst tú av at Kemilux
                 hevur ISO9001 góðkennning?


                 
                           
Hvat merkir ISO 9001?
ISO 9001 merkir, at Kemilux líkur strangastu altjóða krøvini innan framleiðslu. Hetta merkir eisini, at Kemilux er undir eftirlit, bæði internt og eksternt.

Umframt ISO 9001 góðkenning hevur Kemilux eisini gjørt sína egnu umhvørvis merking. Tað er Fliðan. Fliðan er tín trygd fyri at at vøran ikki inniheldur óneyðug kálkbindandi evni.
Tað er ikki av tilvild, at Kemilux hevur valt fliðuna, tí fliðan er úr kálki og – eins og okkara viðkvæma umhvørvið annars – verður hon rakt av skaðiligu árinunum av kálkbindandi evnunum, ið sápa til evropeiska marknaðin vanliga inniheldur.
                                                            
Í londum kring okkum inniheldur vatnið upployst kálk, sum kann skaða ketlar, vaskimaskinur o.a. Kálkið ávirkar eisini virkningin av sápuni. Tessvegna mugu sápuframleiðarar úti í heimi tilseta ymisk kemisk evni at binda kálkið í vatninum. Hesi evni, so sum Na-EDTA og NTA, eru torfør at niðurbróta í náttúruni og dálka tessvegna umhvørvið. Hesi óneyðugu evni nýta vit ikki í húsarhaldssápunum frá Kemilux. Føroyska vatnið er nevniliga kálkfrítt, tí tað kemur ikki úr undirgrundini, men úr erva sum regn.

Hevur tú spuringar v.v. vørunum hjá okkum ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkara góðskuleiðara

__________________________________________________________________


13.06.16

Yvirlýsing frá Kemilux:
Kopivørur skaða umdømið hjá Kemilux


Kemilux skal gera vart við, at Sapolux í Hirtshals hevur eftirlíknað vørur frá Kemilux. Fleiri av okkara kundum, sum hava hildi seg keypt Kemilux vørur, hava gjørt vart við, at vørurnar frá Sapulux ikki hava somu dygd. 

Sapolux í Hirtshals roynir av órøttum at gera sær dælt av dygdini og góða umdøminum hjá Kemilux. Á heimasíðuni hjá Sapolux verður sagt, at teirra vørur eru ein ”erstatningur” fyri upprunaligu sápuvørurnar hjá Kemilux. Hetta er beinleiðis skeivt, og tað skaðar umdømið og kundanøgdsemið hjá Kemilux – eitt umdømi og nøgdsemi, sum er uppbygt gjøgnum nógv ár.

Vit eru sera hørm um støðuna, bæði okkara vegna, men serliga vegna okkara kundar, sum á henda hátt verða villleiddir av Sapolux.

Kemilux vil tí við hesum gera vart við, at okkara felag hevur als einki samstarv ella aðrar avtalur við felagið Sapolux ApS í Hirtshals.

Á heimasíðuni hjá Sapolux verður m.a. hetta ført fram: “SUPER 1 ALKA (også kaldet S-1 EXTRA) er udviklet af SAPOLUX ApS som et grovrengøringsmiddel til all-round brug i mange forskellige brancher. Det er en direkte erstatning for det velkendte og velrenommerede SUPER 1-EXTRA.”

Hetta er ein grov misleiðing og misnýtsla av okkara vørum og okkara umdømi, og Kemilux mótmælir hesum harðliga. Umboðið hjá Sapolux í Føroyum misbrúkar eisini hesar órøttu upplýsingar og villleiðir sostatt trúfastar Kemilux-kundar.

Sapolux er ein vørueftirlíkning, framleitt í Danmark, og hevur sambært fleiri av okkara kundum ikki somu góðu eginleikar sum Kemilux sápuvørurnar.


Á myndini niðanfyri sært tú vøruna S1-extra frá KEMILUX og Super Alka 1 frá Sapulux.


______________________________________________________________________


 

KEMILUX luttók á DANFISH 2015 messuni í Aalborg. 

Danfish messan verður hildin annað ella trijahvørt ár og verður hon søgd at vera "messan hjá fiskarum". 2015 var fyrsta árið Kemilux luttók og verður hetta uttan iva ein messa vit venda aftur til.
 

 

















______________________________________________________________________


Kemilux flytir ikki framleiðsluna til Danmarkar

Men Kemilux hevur fingið nýtt søluumboð í Danmark. Tann 1. novembur yvirtók Skovbo-Ren í Hjørring søluna av okkara vørum á danska marknaðanum, sí www.skovbo-ren.dk.

Vørurnar koma framhaldandi at hava sama heiti.

KEMILUX INDUSTRI varð stovnað í 1965 í Tórshavn, har felagið framhaldandi hevur heimstað og framleiðslu av reingerðarevnum. Vit framleiða bæði til húsarhaldið og íðnaðin, so sum fiskiíðnaðin, off-shorevinnuna og maritimu vinnuna yvirhøvur.

Vit fegnast yvir, at Skovbo-Ren hevur játtað at samarbeiða sølu og promovering av okkara vørum í Danmark, og vænta vit eitt gott og varandi samstarv.

KEMILUX INDUSTRI er einasti framleiðarin av reingerðarevnum í Føroyum og er førandi á tí føroyska marknaðanum yvir sølu av reingerðarevnum. KEMILUX INDUSTRI hevur í nógv ár verið stórur veitari til íðnaðin í Føroyum, Danmark, Íslandi, Noregi, Grønlandi, Kanada og Skotlandi.

________________________________________________________________________



________________________________________________________________________
 



Føroyingar hava tikið Vaska til sín


Nýggja reingerðarrøðin frá Kemilux hevur fingið sera góða móttøku á føroyska marknaðinum. Tað er ikki so undarligt, tí Kemilux er einasta virki í heiminum, sum framleiðir reingerðarevni við serligum atliti til føroyska umhvørvið

Vaska Upp & Niður
Vaska Hendur



 
 
Kemilux  ·  Mykinesgøta 1  ·  100 Tórshavn  ·  Føroyar  ·  Tel.: +298 662000  ·  Fax: +298 350831  ·  kemilux@kemilux.com