Um okkum



Eitt sindur um okkum


Í 1965 fór Kemilux undir at framleiða sápu. Høvuðsendamálið var at nøkta reingerðartørvin hjá teimum ymisku kundunum. Í dag framleiða vit sápur og reingerðarevni til húsarhald, stovnar og virki. Ein stórur partur av okkara framleiðslu fer til útflutnings. Eisini selja vit vaski- og reingerðarútbúnað, arbeiðsklæðir og pakning til vinnulívið.



Vit meta, at við Kemilux sum samstarvsfelaga, ert tú á rættari leið.

Vit halda, at sera dygg og haldgóð argument undirbyggja hesa meting. Fyrst og fremst hetta: tú kanst kenna teg fullvísan í, at reingerðarevni okkara eru ment við serligum atliti til føroyska umhvørvið. 

Til dømis er einki kálk í føroyska kranavatninum. Okkara vatn kemur nevniliga úr erva sum regn, - ikki úr jørðini. Tessvegna nýta vit heldur ikki kálkbindandi evni í okkara framleiddu vørum, og tað er náttúran fegin um. Okkara hugsjón er, at jú færri kemisk evni, vit lata út í umhørvið, jú betri. Hesi evni finnast harafturímóti vanliga í reingerðarevnum, sum eru framleidd í londunum kring okkum, har kálk er í vatninum.

Tað er ein veruleiki, at øll reingerðarevni innihalda virkin evni. Um tey skulu loysa sína vaskiuppgávu, væl at merkja. Vit leggja alstóran dent á at fara væl um okkara umhvørvi við at nýta lætt niðurbrótilig, natúrlig evni úr plantuoljum í okkara húsarhaldsvørum.

Kemilux virkar samsvarandi donskum og ES-lógum og reglugerðum á økinum. Vit hava egna starvsstovu/laboratorium, sum í samstarvi við altjóða serkunnleika hevur dagliga eftirlitið við, at allar reglur verða fylgdar. Kemilux framleiðir samsvarandi ISO9001 skipanini. Strongu krøvini, sum vit seta okkum sjálvum, hava millum annað havt við sær, at Kemilux er góðkendur veitari til sera kravmiklu oljuvinnuna.

Og so eru vit eisini bæði grøn og allergivinarlig. Allar húsarhaldssápur okkara lúka treytirnar fyri grønu merkingini, sum danska Sundhedsstyrelsen viðmælir. Viðvíkjandi ovurviðkvæmi eru vit fegin um at kunngera, at eingin av okkara sápum inniheldur evni, sum standa á listanum hjá ES yvir allergielvandi evni, - sokallaða allergilistanum. Allar húsarhaldsssápur okkara kunnu eftir ynski framleiðast uttan lit- og luktevni.

Vit eru altíð til taks við vegleiðing og ráðgeving, og til reiðar at koma á staðið, um neyðugt. Vit menna eisini fullfíggjaðar vaskiætlanir til allan tørv í neyvum samráði við tykkum. Umframt hetta skipa vit fyri vaskiskeiðum, har kunnað verður um hvussu vaskievni virka, rætta dosering, - hvør sápa skal nýtast hvar.

Databløð verða gjøgnumgingin og vaskiamboð demonstreraði. Annars verður prátað og samskift um vasking yvirhøvur, har hent ráð verða givin. Góðskuleiðarin og vaskikøn umboð fyri Kemilux standa fyri hesum skeiðum.

Og lat okkum at enda nevna, at litevnini, sum nýtt vera í húsarhaldssápum okkara, eru tey somu, sum nýtt vera innan matvøruframleiðslu.

 

 
Kemilux  ·  Mykinesgøta 1  ·  100 Tórshavn  ·  Føroyar  ·  Tel.: +298 662000  ·  Fax: +298 350831  ·  kemilux@kemilux.com