Stuðul

Viðvíkjandi umsóknum um stuðul/sponsorat:

Vit viðgera fegin umsókn um stuðul/sponsorat til t.d. ítráttarfelag, tiltak ella líknandi. 

Framferðarháttur tá tú søkjur um stuðul frá KEMILUX: 
- Umsóknin má vera skriftlig.
- Umsóknin skal innihalda relevantar upplýsingar um umsøkjaran.
- Sig okkum frá tiltakinum/sponsoratinum, sum umsóknin fevnir um.
- Greina fyri okkum, í hvønn mun tygum meta, at tiltakið/sponsoratið kann gagna KEMILUX.

Vit viðgera allar umsóknir. Svarað verður skriftligt.

Umsóknir mugu vera okkum í hendi í seinasta lagi 14 dagar innan tiltakið, annars verða tær ikki viðgjørdar.

Umsóknir verða viðgjørdar eina ferð um mánaðin.

Send umsóknina til:

kemilux@kemilux.fo

Ella við brævi til:

Kemilux
P.O. Box 1231
Mykinesgøta 1
FO 110 Tórshavn 
 
Kemilux  ·  Mykinesgøta 1  ·  100 Tórshavn  ·  Føroyar  ·  Tel.: +298 662000  ·  Fax: +298 350831  ·  kemilux@kemilux.com