Fliðan

Fliðan – tín trygd fyri umhvørvis- og allergivinarligari sápu!


Nýggja sápurøðin ber fliðumerkið, sum er trygd fyri, at vøran ikki inniheldur óneyðug kálkbindandi evni, og at hon lýkur strangastu ES-krøv.

Tað er ikki av tilvild, at Kemilux hevur valt fliðuna, tí fliðan er úr kálki og – eins og okkara viðkvæma umhvørvið annars – verður hon rakt av skaðiligu árinunum av kálkbindandi evnunum, ið sápa til evropeiska marknaðin vanliga inniheldur.

Í londum kring okkum inniheldur vatnið upployst kálk, sum kann skaða ketlar, vaskimaskinur o.a. Kálkið ávirkar eisini virkningin av sápuni. Tessvegna mugu sápuframleiðarar úti í heimi tilseta ymisk kemisk evni at binda kálkið í vatninum. Hesi evni, so sum Na-EDTA og NTA, eru torfør at niðurbróta í náttúruni og dálka tessvegna umhvørvið. Hesi óneyðugu evni nýta vit ikki í húsarhaldssápunum frá Kemilux. Føroyska vatnið er nevniliga kálkfrítt, tí tað kemur ikki úr undirgrundini, men úr erva sum regn.


 

Hesar vørur eru Fliðu-merktar: 


VASKA Upp og Niður
VASKA Hendur
VASKA Vaskibon
VASKA Bonivoks
VASKA Gólvrøkt
VASKA Vesi-reins
VASKA Hondreins (hondspritt 70%)




            



 
Kemilux  ·  Mykinesgøta 1  ·  100 Tórshavn  ·  Føroyar  ·  Tel.: +298 662000  ·  Fax: +298 350831  ·  kemilux@kemilux.com