Gróðurreins við klor


Gróðurreins við klor



Vørulýsing: Natriumhydroxid, natrium-hypochloritloysingur, 15% aktivt klor, 15-30 % bleikievni við klori, < 5 % fosfat, nonionsk yvirflatuaktivt evni.

Nýtsluháttur: Kann nýtast óblandað ella tynnast við vatni efter tørvi. Smyr Gróðurreins uppá, lat virka í 10 - 15 min alt efter umstøðunum. Um neyðugt brúka bust ella kust. Skola væl við vatni aftaná viðgerð.

Vanda- og trygdarásetingar:
Ger eitrandi gass saman við sýru.
Ertir eygu og hold.
Goym fyri børnum.
Anda ikke aerosol í teg.
Kemur nakað av evninum í eyguni, skola væl við vatni og far til lækna.
Hendir vanlukka ella verður onkur ússaligur, far til lækna. Hav etikettina við, um til ber.

Blanda ikki við sýru.

Gott luftskifti skal vera, har evnið verður nýtt.
______________________________________

Gróðurreins fæst í 2,5 L og 10 L. Fæst eisini uttan klor.

Tak niður datablað fyri Gróðurreins
______________________________________

Góð ráð: 

Vit mæla til at Gróðurreinsi helst skal smyrjast á óynskta gróðurin, tá tað er turt í veðrinum, og best er, um tað hevur verið turt í nakrar dagar.

Eisini er umráðandi at vita, at Gróðurreins við klor er bleikjandi og kann tí broyta litin á innsmurdu flatuni. Um tú ikki ynskir at bleikja flatuna, skal tú velja Gróðurreins uttan klor, sum er fult so gott. 

Tú kann keypa Gróðurreins við og uttan klor í nógvum matvøruhandlum kring alt landi. Tú ert sjálvsagt eisini altíð vælkomin at seta teg í samband við ein av okkara seljarum á tele: 662000  ella vitja handil okkara á Hjalla 14
 



 
Kemilux  ·  Mykinesgøta 1  ·  100 Tórshavn  ·  Føroyar  ·  Tel.: +298 662000  ·  Fax: +298 350831  ·  kemilux@kemilux.com