Rustvask


Rustvask


Rustmislittar jarnflatur, málingaflatur, flatur úr glasfipuri og plastikk kunnu viðgerast við RUSTVASK, so tær sýnast reinar og nýmálaðar.

Við nýtslu av RUSTVASKI á málaðar flatur tryggjar tú tær betri heftigrund fyri nýggjari máling. Illa mislittir koparlutir kunnu eisini viðgerast við Rustvaski.

RUSTVASK er sera munadygt til viðlíkahald uttan á skipum, eins og til aðrar flatur, sum eru útsettar fyri áloypandi vind- og saltávirkan.

Galvaniseraði evnir og nylon tola ikki hetta reingerðarevni. Rustvask má ikki koma í samband við evni við klori í, tí hesi menna giftug gassir í súrum umhvørvi.

Vit hava 30 ára royndir innan viðlíkahald og reingerð av útvendum flatum í tí veðurharða Atlantshavinum.

Rustvask kann viðmælast til:
- At fáa burtur rennirust av metall-, glasfipur- og plastflatum.
- At reinsa koparlutir

Nýtsla: Ótynt ella tynt við vatni. Smyr ella sproyta RUSTVASK á økið. Bíða eina løtu. Skola síðani við vatni.Er flatan illa rustað, kann tann sterkari RUSTLOYSARIN frá Kemilux viðmælast.
Galvaniseraði evni og nylon tola ikki RUSTVASK.
Má ikke koma í samband við klorhaldug evni, tí hetta kann elva til menning av eitrandi gassi.

Goymsla: Væl afturlatin í upprunaligum ílati. Frostfrítt. Læst og óatkomiligt fyri børnum.

Rustvask fæst í 5L, 10 L, 20 L, 210 L og 1000 L

Tak niður datablað fyri Rustvask

 



 
Kemilux  ·  Mykinesgøta 1  ·  100 Tórshavn  ·  Føroyar  ·  Tel.: +298 662000  ·  Fax: +298 350831  ·  kemilux@kemilux.com