S-2 Extra

S-2 Extra



Sera høg krøv verða sett til reingerð innan matvøru-framleiðslu. Umframt krøvini um kontroll við bakteriuvøkstri skal hjáveran av kemikaliurestum eftir reingerð vera minst møgulig. Við hesum í huga hevur KEMILUX víðariment vælroynda reingerðarevnið S-1 EXTRA til trygga nýtslu í matvøruframleiðsluni.

Somu framúrskarandi eginleikarnir eru varveittir og víðarimentir, so teir samsvara við støðugt hækkandi krøvini innan matvøruídnaðin.

S-2 EXTRA er góðkent av Veterinærdirektoratinum til nýtslu á flatur, sum hava beinleiðis samband við matvørur. S-2 EXTRA upploysir lætt feitt, olju og annan skitt á øllum vaskbærum flatum.

Eftir virkningstíð á 10-15 minuttir verður skolað av við rívuligari mongd av vatni.
S-2 EXTRA er eitt desinfiserandi evni, og gevur hetta dupulta trygd, tá eftirfylgjandi desinfektiónin verður avgreidd.

S-2 Extra kann viðmælast til:
- Gólv og veggir í m.a. framleiðsluhølum
- Trýstspuling av maskinum og maskindeilum
- At leggja sera skitin arbeiðsklæði í blot í.

Nýtsla:
Bland: 1 deilur S-2 Extra til 10-20 deilir av vatni. Koyr á við bust, svampi ella forstøvara. Virkningstíð 10-15 min, hereftir avskolast við ríkiligari mongd av vatni.
Goymsla: Væl afturlatið í upprunaligum ílati. Frostfrítt. Óatkomiligt fyri børnum.

S-2 EXTRA fæst í 5L, 10 L, 20 L, 210 L og 1000 L 

Tak niður datablað fyri S-2 EXTRA


S-2 EXTRA er eitt sera sterkt reingerðarevni, so viðmæltu doseringarnar mugu fylgjast neyvt.
 



 
Kemilux  ·  Mykinesgøta 1  ·  100 Tórshavn  ·  Føroyar  ·  Tel.: +298 662000  ·  Fax: +298 350831  ·  kemilux@kemilux.com