HG-2 Extra

Góðkent av danska veterinerdirektoratinum til nýtslu á flatum, sum hava beinleiðis samband við matvørur. Reinsar og avkálkar í einum.

Innan matvøruídnaðin er tað av størsta týdningi at hava eitt vakið eyga við mannagongdunum innan reingerð, soleiðis at trupulleikar ikki standast av bakterium í framleiddu vøruni. Innan flatur á maskinum og bygningum skulu sóttreinsast, mugu tær vera heilt reinar og glattar.

HG-2 EXTRA ger reint og avkálkar í einum, og gevur hetta reinar og glattar flatur klárar til sóttreinsan.

Nógv matvøruvirki, sum dagliga reingera við einum basiskum reingerðarevni, sum t.d. S-2 Extra frá Kemilux, nýtar tað súra HG-2 Extra sum alternativ reingerðarevni. Við soleiðis at skifta ímillum evnini hindrast uppblóman av resistentum bakteriugreinum.

Kann viðmælast til:
- Gólv og veggir í framleiðsluhølum
- Maskinur og maskindeilir
- At nýta í skúmannleggum
- At fáa burtur renni-rust

GG: Má ikke koma í samband við klorhaldug evni, tí hetta elvir menning av eitrandi gassi.

Nýtsla: Blanda 1 deil HG-2 EXTRA til 10 deilir av vatni. Koyr á við bust, svampi ella forstøvara. Virkningstíð 10-15 min, hereftir avskolast við ríkiligari mongd av vatni.
Goymsla: Væl afturlatið í upprunaligum ílati. Frostfrítt. Óatkomiligt fyri børnum.

HG-2 EXTRA fæst í 1 L, 5L, 10 L, 20 L, 210 L og 1000 L

Tak niður datablað fyri HG-2 EXTRA


 



 
Kemilux  ·  Mykinesgøta 1  ·  100 Tórshavn  ·  Føroyar  ·  Tel.: +298 662000  ·  Fax: +298 350831  ·  kemilux@kemilux.com