Klor vaskievni


KLOR-vaskievni reinsar og tekur burtur óreinsku.

Til reinsan av køliskápi, baðikari, vaski, kettubakkum o.ø.: Nýt 1/2 dl KLOR-vaskievni til 1 ltr av vatni. Turka av aftur við væl vundnum klúti.


Sóttreinsan
KLOR-vaskievni sóttreinsar og tekur burtur lukt og bakteriur. Til sóttreinsan av skeribretti úr træi ella plastikk, køliskápi, baðikari, vaski, vesikummu, nýt 1/4 dl KLOR vaskievni til 1 ltr av vatni. Turka av aftur við væl vundnum klúti ella skola væl við vatni.

Bleiking
KLOR-vaskievni tekur burtur blettir og bleikir toy. Illdæmt hvítt klæði verður sett á blot í 10 ltr av vatni við 1/2 dl av KLOR-vaskievni í 1-2 tímar. Um bleikt verður í maskinu verður 1 dl av KLOR-vaskievni blandaður við 1 ltr av vatn og stoytt inn í vaskimaskinuna. Legg síðani klæðini inn og vaska sum vant.Stoyt ikki ótynt KLOR-vaskievni á klæði.

GG: Nýt ikki KLOR-vaskievni til silki, ull ella leður, silvur og aluminium.

Inniheldur Natriumhydroxid, Natriumhypokloritupploysing minni enn 5 % aktivt klor.

GG: Blanda ikki við sýru.
Ger eitrandi gass saman við sýru. Vandi fyri etjan. Kemur nakað av evninum í eyguni, skola væl við vatni og far til lækna. Nýt hóskandi verndarbúna/-handskar og verndarbrillur/andlitsvernd. Hendir vanlukka ella verður onkur ússaligur av hesum evni, er læknaviðgerð bráðneyðug. Hav navnaseðilin á evninum við, um til ber. Hevur ein fingið evnið niður í seg, skola munnin væl við vatni (bert um persónurin er við vit).

Klor-vaskievni fæst í 1 L

Tak niður datablað fyri Klor-vaskievni 
 



 
Kemilux  ·  Mykinesgøta 1  ·  100 Tórshavn  ·  Føroyar  ·  Tel.: +298 662000  ·  Fax: +298 350831  ·  kemilux@kemilux.com